factograf
FO

Baffinsland

Baffinsland

Key facts

fólkatal13.148
flatamát507.451km²
er eittoyggj
landKanada
meginlandNorðuramerika
tíðarbeltiUTC−04:00
Baffinsland
Baffinsland

Baffinsland (enskt: Baffin Island, inuktitut: ᕿᑭᖅᑖᓗᒃ Qikiqtaaluk, úttalað: [qikiqtaːluk], fornnorrønt: Helluland) er størsta oyggj í Kanada og fimtstørsta oyggj í heiminum. Oyggin er umleið 1600 km til longdar og millum 200 og 700 km breið. Víddin er 507.451 km². Baffinsland er ein partur av kanadiska meginøkinum Nunavut. Í 2016 búðu í Baffinslandi 14.875 fólk.

Høvuðsstaðurin í oynni eitur Iqaluit (Frobisher Bay til 1987). Hann liggur sunnarumegin í Baffinslandi, og er samstundis størsta búseting og einasti býur. Í 2011 hevði býurin uml. 6.700 íbúgvar.

Næststørsta búseting á oynni, Pond Inlet (Inuktitut: Mittimatalik), er fyri norðan. Her búðu uml. 1.500 fólk í 2011. Triðstørsti býur er Pangnirtung við 1.425 íbúgvum.

Baffinsland hevur strond við Baffinsflógva í landnyrðingi, við Dávisfjørð fyri eystan, við Labradorhav í landsynningi, við Hudsonsund fyri sunnan, við Foxeflógva í útsynningi, við Boothiaflógva fyri vestan og við Lancastersund fyri norðan.

Myndir

Baffinsland
Baffinsland
Strondin í landnyrðingsparti av oynni.
Strondin í landnyrðingsparti av oynni.
Hægsta fjall á oynni er Mount Odin.
Hægsta fjall á oynni er Mount Odin.
Høvuðsstaðurin Iqaluit
Høvuðsstaðurin Iqaluit
Frobisher Bay
Frobisher Bay
Pond Inlet, næststørsta búseting.
Pond Inlet, næststørsta búseting.
Kirkja í Pond Inlet
Kirkja í Pond Inlet
7 images

Ávísing úteftir

  • baffinisland.ca (enskt)
  • Baffin Island Inuit, thecanadianencyclopedia.ca (enskt)
  • The Medieval Norse on Baffin Island, counter-currents.com (enskt)
  • Baffin Island, wikivoyage.org (enskt)

Read next

In 92 languages

Text from Wikipedia, CC BY-SA 4.0 · Source article