factograf
FO

land í Norðurevropa, partur av Stórabretlandi

Wales

Wales

(Flagg Wales) (Skjaldarmerki Wales)

Tjóðarslagorð: Cymru am byth
(á føroyskum: "Wales fyri ævir") Tjóðsangur: Hen Wlad Fy Nhadau
(á føroyskum: "Gamla land fedra mína") Alment mál Enskt
Walisiskt Høvuðsstaður Cardiff (Caerdydd) Drotning Charles III Fyrsti ráðharri Carwyn Jones Fullveldi Onki 1 Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)  
20.761 km²
? Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki  
3.074.067
148/km² Gjaldoyra Bretskt pund GBP2 Tíðarøki UTC +0 Økisnavn á alnetinum.uk2 Telefonkota +44 (1) Heimastýri síðani 1999. (2) Felags fyri Sameinda kongsríki Stóra Bretlands og Norðurírlands.

Wales ella Lítla Bretland (Bretland hitt minna) (walisiskt: Cymru) er ein hálvoyggj í suðurvestur Stóra Bretlandi. Wales er partur av Sameinda Kongsríkinum Stóra Bretland og Norðurírland. Wales er uml. 20.761 km² til støddar og fólkatalið er uml. 3.063.000 (2011). Høvuðsstaður eitur Cardiff.

Søga

Í 1282 tóku onglendingar Wales. Men Wales hevur varðveitt mong eyðkenni, og nógv fólk har norðuri í landinum tosar enn walisiskt. Mesta fólkið býr í dølunum har suðuri, har nógvur ídnaður er. Sunnasti parturin var einaferð týdningarmikið kolaøki, men flestu námini eru afturlatin. Í staðin arbeiða fólk í bilídnaðinum, í teldu- og tøknifyritøkum ella øðrum hátøkniligum fyritøkum. Norðantil og vestantil er vinnan landbúnaður og ferðavinna.

Purran er tjóðareyðkenni hjá Wales.

Walisar hava alla tíð noyðst at stríðast ímóti álopshugaðum grannum fyri at verja sítt sjálvræði og mentan, Wales hevur ikki havt sjálvstýri síðan 1282, tá landið varð hertikið av enska konginum og lagt undir Ongland.

Siður er, at elsti sonur kong ella drotning Bretlands verður prinsur av Wales. Bretski trónarvingurin ber heitið 'Prince of Wales', men hann hevur ongan politiska leiklut í Wales.

Landafrøði

Snowdon, hægsta fjallið í Wales
Snowdon, hægsta fjallið í Wales

Meginparturin av hálvoynni Wales er fjallalendi. Fyri norðan eru fjøllini brøtt og illgongd, vaksin við grasi og lyngi. Uppi í fjøllunum eru høgir hamrar og skúmandi fossar, niðri í dølunum eru stór vøtn. Hægsti tindurin eitur Snowdon, sum merkir "Snjótindurin". Undan fjøllunum eystureftir og út ímóti havinum vestureftir ganga lýggir, breiðir og fruktagóðir dalar, har hópur av fólki býr. Fyri sunnan er landið lægri og slættari. Jørðin har er fruktagóð og væl velt.

Íbúgvafrøði

Fólkatalið í Wales er vaksið frá 2.903.085 í 2001 til 3.064.000 í 2011.

Mál

Walisiskt er eitt keltiskt mál, ið er nær skylt við corniskt og bretonskt.

Llanfairpwllgwyngyllgogerychwyrndrobwllllantysiliogogogoch er kendasta staðarnavnið í Wales.

Read next

In 214 languages

foаԥсшәаAfrikaansAlemannischአማርኛaragonésÆngliscالعربيةܐܪܡܝܐالدارجةمصرىasturianuazərbaycancaتۆرکجهбашҡортсаBasa BaliBoarischžemaitėškaBikol Centralбеларуская (тарашкевіца)беларускаяBetawiбългарскиभोजपुरीပအိုဝ်ႏဘာႏသာႏবাংলাbrezhonegbosanskiбуряадcatalàChavacano de Zamboanga閩東語 / Mìng-dĕ̤ng-ngṳ̄нохчийнCebuanoکوردیcorsučeštinakaszëbscziчӑвашлаCymraegdanskdagbanliDeutschZazakidolnoserbskiΕλληνικάemiliàn e rumagnòlEnglishEsperantoespañoleestieuskaraestremeñuفارسیsuomivõrofrançaisarpetanNordfriiskfurlanFryskGaeilgeGàidhliggalegoگیلکیAvañe'ẽगोंयची कोंकणी / Gõychi Konknni𐌲𐌿𐍄𐌹𐍃𐌺Ghanaian PidginગુજરાતીGaelgHausa客家語 / Hak-kâ-ngîHawaiʻiעבריתहिन्दीhrvatskihornjoserbsceKreyòl ayisyenmagyarհայերենinterlinguaBahasa IndonesiaInterlingueIlokanoIdoíslenskaitaliano日本語JawaქართულიQaraqalpaqshaTaqbaylitадыгэбзэKabɩyɛTyapKumoringқазақшаភាសាខ្មែរಕನ್ನಡ한국어къарачай-малкъарکٲشُرkurdîкомиkernowekLatinaLadinoLëtzebuergeschлезгиLingua Franca NovaLimburgsLigureLadinlombardlingálaລາວlietuviųlatviešuMalagasyMāoriMinangkabauмакедонскиമലയാളംмонголꯃꯤꯇꯩ ꯂꯣꯟဘာသာမန်मराठीBahasa MelayuMaltiMirandésမြန်မာဘာသာمازِرونیNedersaksiesPlattdüütschनेपालीNederlandsnorsk nynorsknorskNovialNouormandoccitanlivvinkarjalaиронਪੰਜਾਬੀPicardpolskiPiemontèisپنجابیپښتوportuguêsRuna Simirumantschromânăрусскийсаха тылаsardusicilianuScotsسنڌيdavvisámegiellasrpskohrvatski / српскохрватскиတႆးසිංහලSimple EnglishslovenčinaslovenščinaGagana SamoaanarâškielâchiShonaSoomaaligashqipсрпски / srpskiSesothoSeelterskSundasvenskaKiswahiliślůnskiதமிழ்తెలుగుtetunтоҷикӣไทยTürkmençeTagalogtolışilea faka-Tongatoki ponaTok PisinTürkçeтатарча / tatarçaудмуртئۇيغۇرچە / Uyghurcheукраїнськаاردوoʻzbekcha / ўзбекчаvènetoTiếng ViệtWest-VlamsVolapükwalonWinaray吴语isiXhosaმარგალურიייִדישYorùbáZeêuwsⵜⴰⵎⴰⵣⵉⵖⵜ ⵜⴰⵏⴰⵡⴰⵢⵜ閩南語 / Bân-lâm-gí粵語中文isiZulu

Text from Wikipedia, CC BY-SA 4.0 · Source article