factograf
FO
Sign in

Pforzheim

Pforzheim

Key facts

fólkatal134.422
flatamát98,07km²
landTýskland
Pforzheim úr erva.
Pforzheim úr erva.

Pforzheim er ein býur í stakríkinum Baden-Württemberg í útsynningshorninum av Týsklandi. Býurin liggur næstan miðskeiðis millum býirnar Karlsruhe og Stuttgart. Áirnar Enz og Nagold renna gjøgnum Pforzheim. Sunnanfyri býin byrjar vakra fjallalendið Schwarzwald. Við árslok 2018 búðu í Pforzheim 125.542 fólk. Harvið er hann 8. størsti býur í Baden-Württemberg.

Pforzheim er gamal gull- og ursmiðídnaðarbýur, og her er einasti týski skúlin fyri gull- og ursmiðútbúgvingina. Um tríggir fjórðingar av øllum smúkkum í Týsklandi verða framleiddir á verksmiðjum í Pforzheim.

Sí eisini

Ávísingar úteftir

  • Almenna heimasíða, pforzheim.de
  • Pforzheim, wikivoyage.org (á týskum)
  • Pforzheim, wikivoyage.org (á enskum)

Read next

In 92 languages

Text from Wikipedia, CC BY-SA 4.0 · Source article