factograf
FO

Jason Bateman

Jason Bateman

Key facts

føðingardagur14. januar 1969
starvsjónleikari, filmframleiðari, sjónvarpsleikari
hjúnafelagiAmanda Anka
limur í politiskum flokkiDemokratiski Flokkurin
magnum opusThe Hogan Family
All data from the card 4
Fødd(ur)
Jason Kent Bateman14. januar 1969Rye, New York, U.S.
Starv
Filmsleikari
Virkin ár
1981–nú
Hjúnafelagi(ar)
Amanda Anka (g. 2001)

Jason Bateman (føddur 14. januar 1969 í New York) er ein amerikanskur filmsleikari, filmsleikstjóri og framleiðari, ið gjørdist kendur, tá ið hann spældi við í ymiskum tilburðarleikum (sitcoms) í 1980-árunum, sum t.d. Silver Spoons og The Hogan Family. Í 2000-árunum spældi hann leiklutin sum Michael Bluth í sjónvarpsrøðini Arrested Development, ið hann vann eina TV Land Award, Satellite Award og eina Golden Globe virðisløn fyri. Eftir hetta hevur hann harumframt spælt við í fleiri spælifilmum í Hollywood, eitt nú Juno (2007), Hancock (2008), Up in the Air (2009), The Switch (2010), Horrible Bosses (2011), Paul (2011), The Change-Up (2011), Identity Thief (2013), Bad Words (2014), Horrible Bosses 2 (2014), The Gift (2015) og Zootopia (2016).

Familja

Jason Beteman er yngri beiggi sjónleikarinnuna Justine Bateman. Hann og Amanda Anka vórðu gift í juli 2001. Tey eiga tvær døtur: Francesca Nora (fødd í 2006) og Maple Sylvie (fødd í 2012). Amanda Anka er dóttir sangaran Paul Anka.

Read next

In 109 languages

Text from Wikipedia, CC BY-SA 4.0 · Source article