factograf
FO
Sign in

Frederikshavn

Frederikshavn

Key facts

fólkatal23.501
flatamát13,6km²
er eittbýur
landDanmark
Skjøldur Kort
Grunddáta
Land: Danmark
Vídd: 648,6 km²
Íbúgvar (2014): 23 156
fyri km²:
Mál: Danskt
Tíðarzona: UTC +1
Heimasíða: www.frederikshavn.dk

Frederikshavn, sum fyrr nevndist Fladstrand (á latínskum "Ora Plana"), er tann størsti býurin í Frederikshavn kommunu og næststørsti býur í Vendsyssel við 23.309 íbúgvum. Býurin liggur í Región Norðurjútland út til Kattegat á eysturstrondini á tí Norðurjútsku Oynni. Frederikshavn er uppkallað eftir Kong Frederik 6. og fekk keypsstaðar rættindi í 1818.

Søga

Tað hava búð fólk í økinum í og kring Frederikshavn í fleiri túsund ár. Fornfrøðiligar útgrevstir bera prógv um búsetur frá Steinøldini til Víkingatíðina. Tað at býurin hevur góða náttúruhavn og er væl vardur at hólmum og skerum uttanfyri og tað at býurin liggur tætt við bæði Noreg og Svøríki hevur havt stóran týdning fyri politisku, búskaparligu og hernaðarligu søguna hjá býnum. Havnin hevur gjøgnum tíðirnar verið miðdepilin í býnum við virksemi innan fiskivinnu og skipasmíð. Men eftir kreppuna í 1980'unum innan bæði fiskivinnu og skipasmíð, er býurin blivin ein vertsbýur, har eitt nú ferðavinna eisini spælir ein stóran leiklut. Danska sjóverjan hevur enn eina støð í Frederikshavn.

Havnir í Frederikshavn

Frederikshavns Havn
Frederikshavns Havn

Í Frederikshavn eru hesar havnir frá norði móti suðri:

  • Rønnerhavn – stuttleikabátar-, jollur- og frítíðarfiskihavn
  • Nordre Skanse Havn – jollu- og bátahavn
  • Frederikshavn Havn – vinnu- og samferðsluhavn
  • Flådestation Frederikshavn – Fysisku rammurnar hjá sjóverjuni til eitt nú OPLOG FRH
  • Havítróttarhavn – stuttleikabátar-, jollur- og húsbátahavn
  • Neppens Havn – jollu- og bátahavn

Read next

In 49 languages

Text from Wikipedia, CC BY-SA 4.0 · Source article