factograf
FO

Eysturtimor

Eysturtimor

Key facts

fólkatal1.400.638
flatamát14.919km²
er eittland, Fullveldisríki
landEysturtimor
stovnan28. november 1975
stjórnarleiðariXanana Gusmão

(Flagg Eysturtimor) (Skjaldarmerki Eysturtimor)

Tjóðarslagorð: Unidade, Acção, Progresso Tjóðsangur: Pátria Alment mál Portugisiskt1 Høvuðsstaður Dili Forseti José Ramos-Horta Forsætisráðharri Xanana Gusmão Fullveldi 28. november 1975 (frá Portugal);
20. mai 2002 (frá Indonesia) Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)  
15.007 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2026
 - tættleiki  
1.434.991
78/km² Gjaldoyra Dollar (USD) Tíðarøki UTC +9 Økisnavn á alnetinum .tl Telefonkota +670 1 og 16 onnur mál

Eysturtimor ella Timor-Leste er eitt land í Asia, ið fevnir um eystara partin av oynni Timor. Landið liggur millum Indonesia og Avstralia. Eftir 400 ár sum portugisisk hjáland, 25 ára indonesiska hertøku og eftir at vera stýrt av ST í 30 mánaðir, gjøridst Eysturtimor eitt sjálvstøðugt land hin 20. mai 2002. Landið fevnir um eitt øki á 15.007 km². Fólkatalið er umleið 1.431.991 (2026). Eysturtimor er eitt av teimum fátækastu londunum í Asia.

Søga

Kort yvir Eysturtimor.
Kort yvir Eysturtimor.

Fornsøga

Hildið verður, at oyggin varð fólkað millum 20.000 og 40.000 ár f.Kr. av Velo-Avstralskum fólkaslag, eins og á Sri Lanka. Eitt annað ástøði sigur, at fólk komu frá Melanesiu umleið ár 3000 f.Kr., og at tað seinni komu fólk úr syðra parti av Kina og av norðara parti Indokina umleið ár 2500 f.Kr.

Hjáland

Portugal fór í 1520 á land við Oecussi og fór í holt við at gera økið til portugiskt hjáland, og eystari parturin av oynni fekk navnið Portugisisk Timor. Vestari partur av oynni var, eins og tær flestu av oyggjunum í økinum, gjørd til hjáland Hollands. Dili gjørdist høvuðsstaður í 1596. Útflutningur av viði av sandiltræi, ið nú nærum er útruddað, varð avloyst av útflutningi av kaffi, sukurrørum og bumull í 1815.

Í 1941 var oyggin eitt stutt tíðarskeið undir niðurlendskum og avstralskum stýri, áðrenn japanskar herdeildir hersettu oynna í februar 1942. Portugal tók oynna aftur í september 1945, eftir at yvir 50.000 íbúgvunum av Timor lótu lív í stríðnum móti Japan.

Read next

In 243 languages

foаԥсшәаAcèhAfrikaansAlemannischአማርኛPangcaharagonésÆngliscअंगिकाالعربيةالدارجةمصرىঅসমীয়াasturianuazərbaycancaتۆرکجهбашҡортсаBasa BaliBoarischžemaitėškaBikol Centralбеларуская (тарашкевіца)беларускаяBetawiбългарскиभोजपुरीBislamaBanjarবাংলাབོད་ཡིགবিষ্ণুপ্রিয়া মণিপুরীbrezhonegbosanskiBasa UgiбуряадcatalàChavacano de Zamboanga閩東語 / Mìng-dĕ̤ng-ngṳ̄нохчийнCebuanoTsetsêhestâheseکوردیcorsuqırımtatarcačeštinakaszëbscziCymraegdanskdagbanliDeutschZazakidolnoserbskiKadazandusunडोटेलीދިވެހިބަސްཇོང་ཁΕλληνικάEnglishEsperantoespañoleestieuskaraestremeñuفارسیFulfuldesuomivõrofrançaisarpetanNordfriiskFryskGaeilgeGagauzkriyòl gwiyannenGàidhliggalegoگیلکیAvañe'ẽगोंयची कोंकणी / Gõychi KonknniગુજરાતીGaelgHausa客家語 / Hak-kâ-ngîHawaiʻiעבריתहिन्दीFiji HindihrvatskihornjoserbsceKreyòl ayisyenmagyarհայերենinterlinguaJaku IbanBahasa IndonesiaInterlingueIñupiatunIlokanoIdoíslenskaitaliano日本語PatoisJawaქართულიQaraqalpaqshaKarai-karaiKongoKumoringқазақшаភាសាខ្មែរಕನ್ನಡ한국어къарачай-малкъарکٲشُرkurdîkernowekкыргызчаLatinaLadinoLëtzebuergeschLingua Franca NovaLimburgsLigureLadinlombardlingálaລາວlietuviųlatviešuमगहीमैथिलीBasa BanyumasanMalagasyолык марийMāoriMinangkabauмакедонскиമലയാളംмонголꯃꯤꯇꯩ ꯂꯣꯟဘာသာမန်मराठीBahasa MelayuMaltiMirandésမြန်မာဘာသာэрзяньمازِرونیPlattdüütschनेपालीनेपाल भाषाLi NihaNederlandsnorsk nynorsknorskNovialoccitanlivvinkarjalaOromooଓଡ଼ିଆиронਪੰਜਾਬੀKapampanganPapiamentupolskiPiemontèisپنجابیپښتوportuguêsRuna SimiromânăрусскийрусиньскыйIkinyarwandaсаха тылаᱥᱟᱱᱛᱟᱲᱤsardusicilianuScotsسنڌيdavvisámegiellaSängösrpskohrvatski / српскохрватскиTaclḥitတႆးසිංහලSimple EnglishslovenčinaslovenščinaGagana SamoaanarâškielâchiShonaSoomaaligashqipсрпски / srpskiSeelterskSundasvenskaKiswahiliślůnskiSakizayaதமிழ்TayalತುಳುతెలుగుtetunтоҷикӣไทยTürkmençeTagalogtolışilea faka-Tongatoki ponaTok PisinTürkçeSeediqтатарча / tatarçachiTumbukaудмуртئۇيغۇرچە / Uyghurcheукраїнськаاردوoʻzbekcha / ўзбекчаvènetovepsän kel’Tiếng ViệtWest-VlamsVolapükWinarayWolof吴语მარგალურიייִדישYorùbáVahcuenghZeêuwsⵜⴰⵎⴰⵣⵉⵖⵜ ⵜⴰⵏⴰⵡⴰⵢⵜ文言閩南語 / Bân-lâm-gí粵語中文

Text from Wikipedia, CC BY-SA 4.0 · Source article