Hendingar
- 1796 - Edward Jenner byrjar at koppseta fólk við neytapokum, sum eru nær skyldar við pokur, fyri at framleiða andevni móti pokum í kroppinum.
- 1800 - Amerikanska stjórnin byrjar við at flyta høvuðsstaðin frá Philadelphia til Washington, D.C..
- 1948 - Ísrael verður sjálvstøðugt. Beint eftir at boðini um sjálvstøðu, verður landið álopið av arabisku grannalondunum.
- 1971 - Javni, felagið fyri fólk við menningartarni, verður sett á stovn.
- 1973 - Fyrsta amerikanska rúmdarstøðin Skylab verður skotin upp.
- 2006 - FaroeJet lender fyri fystu ferð í Føroyum.
Føðingar
- 1727 - Thomas Gainsborough, enskur listamálari (d. 1788)
- 1943 - Ólafur Ragnar Grímsson, íslendskur forseti.
- 1944 - George Lucas, amerikanskur leikstjóri.
- 1953 - Norodom Sihamoni, kambodjanskur kongur.
- 1961 - Tim Roth, enskur sjónleikari.
- 1965 - Eoin Colfer, írskur rithøvundur.
- 1969 - Cate Blanchett, avstralsk sjónleikarinna.
- 1984 - Mark Zuckerberg, stovnari av Facebook