12. oktober er dagur 285 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 286 um skotár er). 80 dagar eru eftir av árinum.
Hendingar
- 1948 - Fyrsti Morris Minor verður framleiddur í Onglandi.
- 1973 - Juan Peron verður forseti í Argentina og konan Isabel varaforseti.
- 1984 - Bretski forsætismálaráðharrin Margaret Thatcher sleppur við livinum frá eini morðroynd, tá ið ein IRA-bumba verður sprongd á Grand Hotel í Brighton, har konservativi flokkurin hevur ráðstevnu. Fimm fólk lata lív.
- 1989 - Christer Pettersson, sum fekk lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið Olof Palme, verður nú frífunnin og leyslatin.
- 1998 - Stutt eftir midnátt dettur eitt lítið Cessna flogfar úr Roskilde niður á oynni Stord millum Bergen og Stavanger. Øll tey níggju fólkini, sum vóru við - øll danir - lata lív.
- 2000 - Í Aden, Jemen verður USS Cole álopið av tveimum sjálvmorðsbumbumonnum. 17 missa lívið, meðan í minsta lagi 39 fáa løstir.
- 2002 - Ein bumba verður sprongd á einum náttklubba í Bali, sum mest verður vitjað av ferðandi. Um 200 fólk doyggja, teirra millum fleiri norðurlendingar.
- 2003 - Michael Schumacher verður Formel 1 meistari fyri sættu ferð.
- 2005 - Shenshou 6, ið er onnur mannaða rúmdarferðin hjá Kina, verður skotin út. Umborð eru Fei Junlong og Nie Haisheng, ið skulu vera í ringrás um jørðina í 5 dagar.
- 2012 - Landsdystur í fótbólti Føroyar - Svøríki 1-2 á Tórsvølli, Rógvi Baldvinsson gjørdi málið fyri Føroyar.
Føðingar
- 1537 - Edvard VI, Kongur Englands (d. 1553)
- 1896 - Eugenio Montale, italskur rithøvundur (d. 1981)
- 1935 - Luciano Pavarotti, italskur operasangari (deyður 2007)
- 1941 - Peter Abrahamsen, danskur tónleikari
- 1949 - Carlos "Sjakalurin", terroristur
- 1968 - Hugh Jackman, avstralskur sjónleikari og sangari
- 1975 - Marion Jones, amerikonsk ítróttakvinna
- 1992 - Josh Hutcherson, amerikanskur sjónleikari